7. apríl 2025

Missiónsskúlin tekur ein steðg

Eitt av aðalmálunum hjá OM er at kunna um missión og fyrireika fólk til missión. Tí fóru vit í OM í Føroyum undir at skipa fyri einum missiónsskúla.

Missiónsskúlin, sum hevur verið eitt kvøld um mánaðin í vetur, verður tó ikki aftur, áðrenn summarfrítíðina.

Sambært upprunaligu skránni skuldi missiónsskúlin verið hesi kvøldini:

8. apríl, kl. 19.00–21.00: Hvussu prædiki eg evangeliið? — AVLÝST
6. mai, kl. 19.00–21.00: Tvørmentanarlig missión. Hvussu prædiki eg fyri muslimum og øðrum fremmandum? — AVLÝST
4. juni, kl. 19.00–21.00: Hvussu fyrireiki eg meg at fara út í missión? — AVLÝST

Vit boða frá, nær missiónsskúlin byrjar aftur.

Vit vilja eisini minna á ársfundin, sum verður 28. apríl kl. 19.30 í Skansahúsinum, J. H. Schrødersgøta 11.

Um tit hava spurningar, setið tykkum endiliga í samband við okkum í OM Føroyum, á telefon 219923 ella á info.fo@om.org.