Viðtøkur

 

OM Føroyar er sett saman við einari felagskristiligari nevnd og einari dagligari leiðslu. OM Føroyar er í 2012 stovna sum ein grunnur.

Viðtøkur fyri

OM Føroyar

§ 1

Navn

Navnið á grunninum er Operation Mobilisation Føroyar (OM Føroyar). Grunnurin er ikki vinnurekandi.

§ 2

Endamál

Endamál grunsins er:
–    at eggja og hjálpa fólki at bera gleðiboðskapin út um allan heim
–    at styrkja kirkjur og samkomur, serliga í økjum, har Kristus er minst kendur
–    at útvega møguleikar fyri venjing og praktiska evangelisering í altjóða toymum í ymiskum entanum og londum
–    at upplýsa og eggja til forbøn fyri teimum, sum ikki enn hava havt møguleikan at hoyra gleðiboðskapin um Jesus Kristus
–    at umsita fíggjarligan stuðul til trúboðaravenjing, trúboðarar og annað trúboðaravirksemi.
§ 3

Aðalfundur
Aðalfundur verður hildin á hvørjum ári áðrenn 1. mai.

Dagsskrá fyri aðalfundin.
–    Val av orðstýrara
–    Val av fundarskrivara
–    Formansfrágreiðing
–    Framløga av roknskapi
–    Ymiskt
§ 4

Nevndin

Nevndin hevur fimm limir, sum skulu vera búsitandi í Føroyum. Nevndin verður samansett við tveimum umboðum úr Heimamissiónini, tveimum úr Brøðrasamkomuni og einum úr Karismatisku rørsluni. Um nevndin metir tað vera neyðugt, kann ein nevndarlimur afturat veljast fyri Hvítusunnurørsluna.

Nevndin verður vald fyri tvey ár og velur seg sjálva við innstilling frá ávikavist Heimamissiónini, Brøðrasamkomunum og Karismatisku rørsluni. Annað umboðið fyri Heimamissiónina og annað umboðið fyri Brøðrasamkomurnar standa tó fyri vali eftir fyrsta árið.

Nevndarlimur kann til eina og hvørja tíð fara úr nevndini. Tá ið ein nevndarlimur fer úr nevndini, verður beinanvegin valdur nýggjur nevndarlimur. Nýggi nevndarlimurin skal vera úr somu kirkju/samkomu sum tann fráfarandi nevndarlimurin.

Nevndin skipar seg sjálva við formanni, næstformanni og skrivara. Formaður og næstformaður eru frá hvør sínari kirkju/samkomu. Formansval er annaðhvørt ár, og formaðurin skal skifta millum kirkjurnar/samkomurnar, um til ber.

Dagligir leiðarar kunnu luttaka á nevndarfundi, tó uttan atkvøðurætt.

Starvið sum nevndarlimur er ólønt.
§ 5

Daglig leiðsla

Nevndin velur dagligu leiðsluna.

Dagliga leiðslan tekur sær av dagligu umsitingini og altjóða samstarvi.

Starvið sum dagligur leiðari kann vera lønt.
§ 6

Tekningarregla

Nevndarformaðurin og tveir nevndarlimir ella nevdarformaðurin og dagligi leiðarin  hava í felag heimild at undirskriva vegna grunnin.

Nevndin gevur umboðsfulltrú til dagligu leiðslu grunsins.
Treytir fyri limaupptøku í OM Føroyum:

Ein og hvør, sum góðtekur endamál og trúargrundarlag grunsins, sí §7, kann gerast limur í
OM Føroyum.  Um ein limur ikki uppfyllir treytirnar fyri limaskap longur, kann nevndin strika viðkomandi av limalistanum.
§ 7

Trúargrundarlag

Trúargrundarlag grunsins er:
–    At vit trúgva, at skriftirnar, bæði Gamla og Nýggja Testamenti, í tess upprunaliga formi eru fult innblástar av Heilaga Andanum, lýtaleysar og ovasti myndugleiki kirkju/samkomunnar.
–    At vit trúgva, at tað er ein Gud, ævigur í trimum persónum – Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin.
–    Vit trúgva, at Jesus Kristus sum fullkomin guddómleiki og fullkomið menniskja, føddur av moyggj, livdi eitt syndafrítt lív, gjørdi undur, doyði í okkara stað, reis uppaftur likamliga og tænir í dag sum okkara millummaður í himlinum.
–    Vit trúgva á Heilaga Andans guddómleika og persón. Vit trúgva, at hann gevur lív, heilagger og gevur øllum trúgvandi kraft og troyst .
–    Vit trúgva, at menniskjað varð skapt uttan synd. Freistað av Satani fall menniskjað, og harvið øll mannaættin, undir dóm Guds og ævigan skilnað frá Gudi.
–    Vit trúgva, at menniskjað verður frelst við umvending og trúgv á fullkomna verk Kristusar, rættvísgjørd av trúgv eina.
–    Vit trúgva, at kirkjan/samkoman er Kristi likam, og at limirnir eru øll sonn trúgvandi. Uppgáva kirkjunnar/samkomunnar er at tilbiðja Gud, uppbyggja tey heilagu og at evangelisera heimin.
–    Vit trúgva á likamligu afturkomu Harrans Jesusar, tá ið okkara frelsa verður fullkomin, og Hann stovnar sítt undurfulla ríki.
§ 8

Fíggjarviðurskifti

Roknskaparárið hjá grunninum er kalendaraárið.

Fyrsta roknskaparárið hjá grunninum er frá stovningardegi grunsins til 31. desember 2012.

Hvørki stovnarar ella tey, sum geva íkast til grunnin, kunnu av hesi orsøk gera krav upp á nakran part av ognum ella peningi grunsins.

Inntøkan skal sum aðalregla koma frá sjálvbodnum stuðuli ella limagjaldi til grunnin.
§ 9

Ársfrásøgn

Nevndin fyri grunnin skal hvørt ár gera ársfrásøgn.

Nevndin velur grannskoðara, sum ikki skal vera nevndarllimur.
§ 10

Broyting av viðtøkum

Broyting av viðtøkunum grunsins kann bert avgerast við undirtøku av 2/3 av nevndarlimum á tveimum fylgjandi nevndarfundum, sum skulu verða hildnir við í minsta lagi hálvum ári ímillum.

Er tann seinni nevndarfundurin ikki hildin innan eitt ár, ella fær uppskotið ikki neyðuga undirtøku á tí seinna nevndarfundinum, fellur uppskotið burtur.
§ 11

Avtøka

Við avtøku av grunninum skulu ognir grunsins latast altjóða arbeiðinum hjá OM.